U18-genturnar við frálíkum sigri

Tað gongur strúkandi hjá U18-gentulandsliðnum í menningarkapping í Litava.

Føroyska U18-landsliðið hjá gentum legði væl fyri í menningarkappingini í Litava í gjár, tá ið tær vunnu 3-1 ímóti Lettlandi. Í dag varð tó roknað við stinnari mótstøðu, tá ið vertstjóðin Litava bíðaði teimum.


Tær føroysku vóru væl við í dystinum, og í 35. minutti eydnaðist tað teimum at leggja seg á odda við einum perlumáli frá Hjørdis Rasmusdóttir. Lív F. Arge spældi væl inn um verjuna, og frá brotsteigarhorninum sneiddi hon bóltin upp ímóti handara máhorni til 1-0 til Føroyar.


Tað líktist einari hálvleiksleiðslu, men í fjórða minutti av tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat fyrra hálvleiki, eydnaðist tað heimaliðnum at javna til 1-1. Talan var um einmansavrik í gjøgnumbroti á vinstra vongi.


Í seinna hálvleiki kom einki mál, og tí varð neyðugt við brotssparkskapping fyri at finna ein vinnara. Annika Dam í føroyska málinum bjargaði fyrsta brotssparkinum, og tá ið Litava aftur misnýtti samstundis sum Føroyar skoraðu øll brotsspørkini, var føroyski sigurin í hús.


Føroyar hava nú vunnið ímóti Lettlandi og Litava. Einasti dysturin, sum eftir er at spæla, er ímóti Ukreina. Tann dysturin verður leygardagin.