U17 tapti seinasta dystin

U17 landsliðið spældi í dag seinasta dystin til NM-kappingina í Íslandi

Føroyska U17 landsliðið, ið seinastu vikuna hevur luttikið til NM-kapping í Íslandi, spældi í dag seinasta dystin í kappingini. Dysturin var ímóti Norður Írlandi í einum dysti sum Føroyar taptu 3-1 eftir hálvleiksstøðuna 2-0 til Norður Írland. Føroyska málið í dystinum skeyt Elias El Moustage í seinna hálvleiki.

 

Sostatt gjørdist tað bara til stig í tí eina dysinum hjá tí føroyska liðnum, tá tað í fyrradagin eydnaðist at spæla 0-0 javnleik móti Svøríki. Í øllum hinum dystunum tapti føroyska liðið.

 

Sigast skal tó, at føroyska liðið menti seg sum kappingin fráleið. Føroyar fekk eina ræðuliga byrjan í fyrsta dystinum, tá Danmark vann heili 8-1 móti Føroyum, men síðani gingu úrslitini støðugt tann rætta vegin.

 

Úrslitini hjá U17 landsliðnum til NM-kappingina í Íslandi vóru hesi:

Føroyar-Danmark 1-8

Føroyar-Finnland 1-2

Føroyar-Svøríki 0-0

Føroyar-Norður Írland 1-3

 

Hesir ellivu byrjaðu fyri Føroyar móti Norður Írlandi í dag:

Peter B. Hansen, Petur Ovi H. Dam, Sámal Jákup Jóhannusarson, Regin í Geil Jacobsen, Elias El Moustage, Hanus Sørensen, Símun Sólheim, Leivur F. Guttesen, Pætur Eliasen, Sveinur Lava Olsen, Andrass Johansen.