Tað upplýsir stjórnin sambært tíðindastovuni Reuters.
Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, hevur annars leingi hildið fast uppá, at øll landsins kjarnorkuverk skulu steingja í seinasta lagi í ár.
Men eftir at kríggið millum Russland og Ukraina hevur ført til trot á gassi og høgar orkuprísir, hevur pípan fingið annað ljóð.
Hann stúrir tó ikki fyri í løtuni, at Týskland kemur í eina veruliga orkukreppu í vetur.
Tey bæði kjarnorkuverkini skuldu tó vera til reiðar at veita eyka streym fram til apríl í 2023, tá tey eftir ætlan skuldu steingja.
/ritzau/