Í heyst skal ein 100 ára gamal maður í Týsklandi fyri rættin skuldsettur fyri at hava verið við til at drepa 3500 fólk.
Tað skrivar Ritzau.
Maðurin var vaktur í týningarleguni Sachsenhausen norðanfyri Berlin frá 1942 til 1945. 200.000 fólk vóru fangar í hesari legu, og umleið 20.000 av teimum vórðu dripin. Nú 76 ár eftir, at kríggið endaði, verður maðurin førdur fyri rættin fyri skuldsetingar um illgerðir.
Í 1979 avgjørdi týska parlamentið at strika fyrningarfreistina í sambandi við dráp, sum hevði verið 20 ár. Tað hevði eitt nú við sær, at krígsbrotsfólk frá seinna heimskríggi kundu rættarsøkjast.
Seinnu árini eru fleiri eldri mans dømdir fyri brotsverk undir seinna heimskríggi.
Umleið seks milliónir jødar doyðu í Holocaust undir seinna heimskríggi.