Tyrluvanlukka í Norðsjónum kravt minst 10 mannalív

Minst 10 fólk doyðu, tá ein tyrla datt niður stutt frá einum oljupalli í bretska partinum av Norðsjónum í dag 16 fólk vóru í tyrluni, sum var á veg til lands frá einum oljupalli eystur úr skotsku strondini, tá hon datt niður einar 35 fjórðingar úr landi.

Bretskir fjølmiðlar siga, at skip, sum komu á vanmlukkustaðið, hava funnið minst 10 lík, og at leitað verður eftir hinum seks, sum vóru í tyrluni.

Tyrlan var av slagnum Bond Super Puma, og tað var felagið Bond Offshore Helikopters Ltd, sum átti hana.

Hetta er aðru ferð í ár, at ein tyrla dettur niður í havið eystan fyri Skotland. Fyrru ferð var tann 18. februar, men ta ferðina sluppu øll tey 18, sum vóru í tylruni, við lívinum.