Um vikuskiftið hevur tyrlan hjá Atlantsflog tríggjar ferðir verið úti á skipi í bjargingarørindum.
Andreas Mouritsen frá Tyrludeildini hjá Atlantic Airways sigur, at leygarkvøldið um 18 tíðina fór tyrlan út á ferðamannaskipið Saga Ruby, ið var stætt vestanfyri eftir eini kvinnu, ið var illa fyri.
Stutt eftir at tyrlan var afturkomin av hesi ferð, vóru aftur boð eftir henni at fara út á sama ferðamannaskip eftir enn einum sjúklingi, ið mátti undir læknahond. Tilburðirnir høvdu onki við hvønn annan at gera. Skjótt var atborið og seinni sjúklingurin var flogin á Landsjúkrahúsið eins og tann fyrri.
Í gjárkvøldið boðsendi MRCC Tórhavn aftur bjargingartyrluni. Ein maður á trolarinum Heyki, ið var staddur eystanfyri, hevði tørv á bráðfangisfluttningi til Landsjúkrahúsið.
Allar bjargingarferðirnar gingu skjótt og væl, sigur manningin.
Atlantic Airways røkir loftvegis SAR tænastu í føroyskum øki fyri Fiskimálaráðið. Alt samdøgrið árið runt er ein tyrla við manning tøk at fara á flog uppá stutta tíð. Umleið 50 ferðir um árið eru bráfangisboð eftir bjargingartyrluni. Eina til tvær ferðir um vikuna eru eisini venjingarflúgvingar til tess at halda manningarnar dagførdar við bjargingararbeiði, á sjógvi og landi.