Tyrlan og fjallabjargarar hjálptu ferðamanni

Er heppin, at hann er á lívi í dag

Tyrlan, fjallabjargarar, MRCC-støðin og løgreglan tóku í gjár lut í bjargingini av einum ferðamanni, ið var dottin og fingið skaða í Skælingshaga. Tað upplýsir vakthavandi á bæði løgreglustøðini og MRCC-støðini.


- Tað var um hálvgum sjey tíðina í gjárkvøldið, at vit fingu eina fráboðan frá einum týskum ferðamanni, um at hann og ein vinmaður vóru farnir ein túr í hagan. Teir vóru komnir fram á eina gjógv, har vinmaðurin var farin á glið og datt. Tá hann ringdi til okkara, var hann sannførdur um, at vinmaðurin hevði fingið stóran skaða í fallinum og tordi tí ikki at fara frá honum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.


Týski ferðamaðurin kundi upplýsa, at teir báðir vóru staddir í einari gjógv millum Sornfelli og vestursíðuna av Streymoynni, har teir sóu yvir á Vágoynna.


Á løgreglustøðini varð avgjørt at boða MRCC-støðini frá, ið síðan sendi tyrluna á staðið. Samstundis vendi løgreglan sær eisini til fjallabjargararnar.


- Hann segði frá kulda í gjárkvøldið, og tað er einki serligt at liggja við einum løsti í náttúruni, tá tað byrjar at frysta, so vit heittu á fjallabjargararnar at gera seg klárar og hjálpa til við bjargingini, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.


Tá tyrlumanningin fekk boð um at koma til hjálpar, var hon longu til staðar á flogvøllinum í samband við eina aðra uppgávu. Sostatt tók tað einans 10 minuttir frá tí, at manningin fekk boðini, til tyrlan fór avstað.


- Teir vóru sostatt skjótir á staðnum. Á staðnum kundi bjargarin hjá teimum tó staðfesta, at hann ikki megnaði at flyta ferðamannin einsamallur vegna løstin, ið hann hevði fingið í fallinum. Tískil setti tyrlan kós móti Havnini eftir fjallabjargarunum. Tyrlan flutti teir síðan á staðið og gjørdu teir síðan klárt at flyta mannin, meðan tyrlan bíðaði nærhendis, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.


Av tí at tyrlan longu hevði verið til eina aðra uppgávu, var ikki so nógv brennievni eftir í tanganum. Tí bleiv ferðamaðurin fluttur á flogvøllin, har ein sjúkrabilur bíðaði eftir honum og koyrdi hann til Havnar, verður upplýst av løgreglustøðini.


Sambært vakthavandi á MRCC-støðini er ferðamaðurin heppin, at hann er á lívi í dag, tí tá bjargingarliðið kom fram á hann, lá hann ytst úti á eggini.


- Hann lá ein metur frá eggini. Um hann gleið handan eina meturin longur, tá hann datt, var hann farin útav eggini og dottið 100-200 metrar niður á sjógv. So hevði hann ikki verið á lívi í dag, upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.