Tey fimm árini frá 2007 til 2011, var tyrlan hjá Atlantsflogi boðsend heilar 138 ferðir til at flyta sjúklingar á sjúkrahús, ella til at hjálpa og bjarga fólki, sum eru komin í neyð.
Tað upplýsti Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í Løgtinginum í gjár.
Løgtingslimir kjakaðust um, hvussu stór trygd er í Tyrluni og bjargingarbátinum, Lív, afturímóti at brúka Teistan at flyta sjúklingar av Sandoy til Landssjúkrahúsið.
Í hesum sambandi upplýsti Karsten Hansen, at í árunum frá 2007 til 2011 vóru 101 tilburðir, har sjúkraflutningur varð gjørdur við tyrlu ella við báti kring landið.
Bjargingarbáturin Lív gjørdi 14 túrar og sostatt var tyrlan á flogi 87 ferðir í sambandi við sjúkraflutning hesi árini.
MRCC hevur upplýst fyri landsstýrismanninum, at tað kemur sjáldan fyri, at tyrlan ikki flýgur, tí hesi seinastu fimm árini, eru tað bara fýra túrar, sum tyrlan hevur avyst.
Í hesum sama tíðarskeiði hava tað verið 123 tilburðir í og undir Føroyum, har føroyska tilbúgvingin hevur leitað eftir og bjarga fólki.
Av teimum 123 tilburðunum, hevur tyrlan verið boðsend 54 ferðir og í miðal verður tyrlan boðsend til umleið aðruhvørja ferð, tilbúgvingin verður boðsend at leita eftir og bjarga fólki.
Tað eru ikki nógvir slíkir tilburðir í Føroyum og Karsten Hansen sigur, at tað kann ikki staðfestast, at nakar sjúkraflutningur er avlýstur, av tí tyrlan hevur verið upptikin av at leita eftir og bjarga fólki.
Í samband við sjúkraflutning úr Sandoynni, hevur Landssjúkrahúsið uplýst fyri landsstýrismanninum, at higartil í ár er Teistin leigaður fimm ferðir at flyta sjúklingar á Landssjúkrahúsið og tyrlan hjá Atlantsflogi er leigað seks ferðir til sjúkraflutning úr Sandoy.
Myndin er frá eini bjargingarroynd