Tyrlan bíðaði í Vágum meðan skipsmanning var í havsneyð

Føroyska bjargingartyrlan varð biðin um at bíða í Vágum meira enn tveir tímar, meðan ein skipsmanning var í havsneyð 55 fjórðingar úr Fugloynni. Nú vilja tingmenn hava eina kanning av føroyska leiklutinum, tá ið farmaskipið Jøkulfell gekk burtur í føroyskum sjógvi og seks mans sjólótust

Tað gjørdst til eitt álvarsamt og kenslusamt kjak í løgtinginum mikudagin, tá ið ein munnligur fyrispurningur frá løgtingsmanninum Torbjørn Jacobsen var á skránni.
Torbjørn Jacobsen setti landsstýrismannin við fiskivinnumálum nakrar spurningar í sambandi við bjargingararbeiðið, tá ið íslendska farmaskipið Jøkulfell sakk 55 fjórðingar í ein landnyrðing úr Føroyum, og hetta fekk fleiri tingmenn at krevja eina kanning av føroyska leiklutinum í bjargingini.
Torbjørn Jacobsen spurdi millum annað, hví tann føroyska sjóbjargingartyrlan ikki varð send avstað sum skjótast, eftir at neyðarkallið var komið, men varð biðin um at bíða á flogvøllinum í meira enn tveir tímar.
Bjørn Kalsø svaraði munnliga fyrispurninginum, men tingmenn úr fleiri flokkum kroystu hann móti einari óvildugari kanning av føroyska leiklutinum í bjargingini.

Bíðaðu eftir boðum
Tað var mánakvøldið 7. februar, at farmaskipið Jøkulfell, sum sigldi fyri flutningsfelagið Samskip, kom í havsneyð einar 55 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni.
Skipið sendi út eitt neyðarkall við sjálvvirkandi DSC-skipanini ? eitt sokallað mekaniskt neyðarkall ? klokkan 19.53 hetta kvøldið.
Danska vaktarskipið Vædderen og Brimil vóru stødd norðanfyri og sigldu móti vanlukkustaðnum. Eisini Tjaldrið og russiski trolarin Viktor Mironov settu kós móti uppgivnu knattstøðuni, og seinni kom eisini norski línubáturin Line Breezer á staðið.
Føroyska tyrlan, sum kundi verið skjótast frammi av øllum bjargingarførunum, varð biðin um at verða klár, men bíða eftir nærri boðum í Vágum. Hevði tyrlan farið á flog, tá ið hon var klár, kundi hon verið hálvan annan tíma fyrri frammi enn danska tyrlan.
Klokkan 21.00 fór Lynx-tyrlan umborð á Vædderen á flog, og hon var frammi kl. 22.20. Tá varð staðfest, hvat var hent við farmaskipinum. Nú var føroyska sjóbjargingartyrlan send á avstað at hjálpa, og tyrlan hjá Vædderen tók fimm mans upp og flutti teir umborð á Vædderen.
Hóast øll skipini og tyrlurnar síðani leitaðu leingi og væl í økinum, vóru hinir seks menninir ikki funnir aftur.

Avmarkaðir upplýsingar
Løgtingsmaðurin Torbjørn Jacobsen segði í løgtinginum mikudagin, at hann undraðist á, at føroyska sjóbjargingartyrlan ikki varð send avstað beinanvegin fyri at hjálpa, tá ið vandi var fyri ? sum tað eisini vísti seg ? at ein heil skipsmanning var í havsneyð.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, sum varðar meginpartinum av føroysku tilbúgvingini, svaraði, at føroyska tyrlan varð biðin um at bíða eftir nærri boðum, tí upplýsingarnar um neyðstøðuna vóru so avmarkaðar.
Tá ið tyrlan hjá Vædderen hevði staðfest, hvat var hent, var føroyska tyrlan send avstað at hjálpa.

Kravdu kanning
Fleiri løgtingsmenn funnust at føroysku tilbúgvingini og kravdu, at ein kanning verður gjørd av hendingini, og Torbjørn Jacobsen var langt frá nøgdur við fyrsta svarið frá landsstýrismanninum.
? Tað er heilt ófatiligt, at mann kann skoyta so lætt yvir eitt mál sum hetta her. Tað er ikki í lagi, at mann letur tyrlan standa í Vágum við manningini umborð og bíðar í tveir og ein hálvan tíma, eftir at hava hoyrt eitt neyðarkall frá einum skipi 55 fjórðingar norður úr Fugloynni, segði Torbjørn Jacobsen millum annað.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, segði í fyrstu syftu einki um nakran kanning, men vísti á, at hann var nøgdur við, at Sjóbjargingarstøðin eftirmetti allar slíkar tilburðir fyri at betra um sínar mannagongdir. Móti endanum av kjakinum segði Bjørn Kalsø tó, at tað helst var upp á pláss at kanna hendan tilburðin nærri.


- - - -


Vanlukkan

Mánakvøldið 7. februar sendi farmaskipið Jøkulfell út mekanisk neyðarkall.

Skipið var á veg úr Liepaja í Letlandi til Reyðarfirðar í Íslandi, men kom í havsneyð umleið 55 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni.

11 mans vóru umborð á skipinum, og fimm teirra vóru tiknir upp av tyrluni hjá vaktarskipinum Vædderen.

Vædderen, Brimil, Tjaldrið, russiska skipið Viktor Mironov, norska skipið Line Breezer og tyrlur leitaðu í vanlukkuøkinum, men teir funnu ikki fleiri av manningini.

Seks mans sjólótust.

- - -

Sentralir spurningar

Viðgerðin í løgtinginum mikudagin kastaði ljós á nakrar sentralar spurningar um bjargingararbeiðið í sambandi við Jøkulfell. Millum annað hesar:
? Hví var føroyska tyrlan ikki send avstað beinanvegin, tá ið hon kundi verið nógv skjótast frammi av øllum bjargingarførunum?
? Hví var føroyska tyrlan ikki send at hjálpa beinanvegin, tá ið hon er størri, kann vera longri á flogi og hevur størri motororku enn danska sjóverjutyrlan?
? Løgtingsmaðurin Jenis av Rana segði seg hava hoyrt, at danska sjóverjutyrlan bara hevði pláss fyri at taka fimm mans upp, og tí vóru ikki fleiri bjargaðir. Kundu fleiri sjómenn verið bjargaðir, um føroyska tyrlan varð send avstað beinanvegin?
? Hvør hevur endaliga ábyrgdina av møguligum mistøkum í bjargingararbeiðnum?
.