Týr hava útgávukonsert í Løkshøll

25. oktober spæla Týr stóra útgávukonsert í Løkshøll.

 

Fá føroysk tónleikanøvn hava klárað seg so væl sum Týr. Síðani teir byrjaðu at spæla í 1998 og slóu sítt navn fast við "Orminum langa" í Prix Føroyum 2001, hevur víkingamálmsbólkurin lagt heimin fyri føtur sínar. Við eini røð av góðskuríkum útgávum og væleydnaðum konsertferðum í skjáttuni eru teir stútt klovnir upp eftir stiganum til altjóða viðurkenning og virðing. Í fjør fingu teir plátusáttmála við Metal Blade Records, eitt tað stórsta plátufelagið innan tungmálmsheimin, og herfyri fór fjepparatalið hjá Týr á Facebook uppum 100.000. Á YouTube hava milliónir sæð teirra videoløg, og eitt nú hevur forsangarin í Metallica, James Hetfield, sagt vera heilt hugtiknan av teimum. 

13. september kom nýggjasta útgávan hjá Týr, "Valkyrja", út í Føroyum. Týr hava verið á konsertferð í Europa, men hetta er fyrsta konsertin í Føroyum síðani útgávuna. Eftir konsertina fer bólkurin at signera fløgur á bókasavninum við Løkin.


- Vit gleða okkum serstakliga nógv at spæla í Runavík, og so í Løkshøll afturat, sigur Heri Joensen, sangari og gittarleikari í Týr. 

- Tað er alt ov sjáldan at høvi býðst at spæla í okkara heimstaði. 

Tað er í samband við árligu mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, at útgávukonsertin er á skránni. Tað er Ungdómshúsið á Toftum, sum skipar fyri konsertini, sum byrjar klokkan 22.