Twilight-stjørna bangin fyri at vera skemtingarsamur

Bleika enska filmsstjørnan, Robert Pattinson, ið m. a. er kendur úr Twilight filmunum, hevur sagt nei til at luttaka í amerikansku skemtisendingini, »Saturday Night Live«. Tankin um at skula royna at vera skemtingarsamur, ræðir hann.

 

– Eg hevði ongantíð kunna funnið upp á at luttikið í einari slíkari sending. Eg hevði dugað sera illa at vera stuttligur, sigur Pattinson við blaðið, Reveal Magazine.

 

Sum gestur í sendingini, skal viðkomandi hava eina skemtiframførslu, gera skemt burturúr sær sjálvum ella øðrum og syngja ein sang. Men Robert Pattinson er broyttur nógv, aftaná, at hann bleiv kendur.

 

– Fyrr legði eg onki í, hvat fólk hildu um meg. Men nú er tað soleiðis, at eg eri noyddur at hugsa meir um tingini, tá ið tað kemur til mína yrkisleið. Orsøkin kann eisini vera, at eg bara eri blivin eldri, sigur Pattinson víðari.

 

Robert Pattinson er í parlag við kvinnuligu filmsstjørnuni, Kirsten Stewart, ið eisini hevur ein høvuðslutleik í Twilight-filmunum.

 

Saturday Night Live hevur verið á amerikanska skíggjanum síðani 1975. Stjørnur sum Nicole Kidman, Nicolas Cage, Justin Timberlake og Madonna hava áður luttikiði sendingini.

 

Skrivað hevur Neli Heldarskarð