Tvøroyri var aftur best

Rádni gav í heimasjógvi Tvørabátinum ein skarpan gang

Tað riggar bara í kappróðrinum á Tvøroyri og í Fróðbiar Sóknar Róðrarfelag.

Fyrr í dag vann gentubáturin fyri fimtu ferð av fimm, og nú hevur Tvørabáturin vunnið á varmakeldustevnu í Fuglafirði. Hetta var fjórði sigurin á rað hjá Tvørabátinum, sum harvið er stórfavorittur at vinna FM.

Í dag var kappingin størri um sigurin, enn hon hevur verið undanfarnu ferðirnar. Rádni úr Fuglafirði legði sera bragdliga fyri, og Rádni var við í kappingini um fremsta plássið allan 1000 metra teinin. Tvørabáturin var ikki millum teir fremstu í startinum. Hann tók tó skjótt allar hinar, men Rádni var boysin og vildi ikki geva seg.

Í endaspurtinum var tó ein stórur skutur ella lítil hálv bátslongd millum teir báðar fremstu bátarnar.

1Tvørabáturin04:56.10  
2Rádni04:57.12  
3Jarnbardur04:58.19  
4Páll Fangi04:59.05  
5Hvessingur04:59.14  
6Lómur04:59.22  
7Smyril05:01.00  
8Herningur05:05.15  
9Gongurólvur05:22.18