Tvey stuðulstiltøk afturat á Gamla Meiarínum

-

Café-kvøldini sum »Gríma« hevur skipað fyri í heyst, hava fingið góða undirtøku. Seinasta hóskvøld vóru eini 130 fólk til frásøgukvøldið, sum eydnaðist sera væl.

Komandi hóskvøld, 23. sept., hevur fingið heitið »Poul F. 101 ár«. Birita Mohr hevur við yrkingum og frásøgum gjørt eina mynd av skaldinum. Meginfelagið fyri Føroyingafeløgini í Danmark, heitti á Biritu Mohr og Hanus Johansen, um at gera eina framførslu í samband við at Poul F. fylti 100 í fjør. Tey bæði skulu til Danmarkar í næstum við hesi framførslu - og tað er so tann parturin, ið Birita Mohr hevur lagt til rættis, ið verður framførdur nú hóskvøldið.

Hugnaligur Café tónleikur verður, við Oddvør Johansen á harmoniku og Kanny Sambleben á violin, og vælkendir tónleikarar í »Malan Thomsen Trio« luttaka eisini - tey eru: Malan Thomsen, sang, Finnur Hansen, tangentar, og Edvard N. Debes, bass.

Í foyerinum hevur Kanny Sambleben myndaframsýning.

Kvøldið byrjar kl. 20.00.

Seinasta tiltak á hesum sinni, verður sunnudagin 26. sept. Kl. 17 verður »Rummannareiggj á Gamla Meiarínum«. Har verður alt møguligt stuttligt fyri børn á skránni:

Robet McBirnie syngur saman við børnunum, ymisk spøl, Hjørdis Johansen luttekur, ein dukkusjónleikur verður at síggja, andlitsmáling - og hvør veit, kanska onkur løgin skepilsi koma at vitja?? Í foyerinum verður framsýning av myndum, sum børn á frítíðarskúlanum í Hornabø hava gjørt.

Endamálið við báðum tiltøkunum, er at savna pening saman, til útgerð til leikhúsið á Gamla Meiarínum, og atgongumerkið eru at fáa á Kunningarstovuni og við dyrnar.