Kinesisku myndugleikarnir siga, at kinesiska leitiskipið Haixum hevur tvær ferðir hoyrt tekin á frekevensinum 37,5 kiloherz, ið er tann frekvensur, um teir svørtu kassarnir í flogførum brúka. Fyrru ferð kinesiska skipið hoyrdi tekin, var fríggjadagin, og tað sama endurtók seg í gjár.
Í morgun hava teir avstralsku myndugleikarnir so kunngjørt, at eitt av teirra leitiskipum, Ocean Shield (myndin) hevur eisini hoyrt tekin á sama frekvensi. Tað avstralska skipið er statt nakað væl norðari enn tað kinesiska.
-Tað er greitt, at vit fara at kanna hetta, sigur avstralski kanningarleiðarin, Angus Houston, við blaðið Sidney Morning Herald.
Battaríini í teimum svørtu kassunum halda ein mánað, og so gevast kassarnir at senda. Malaysian Airlines-flogfarið hvarv tann 8. mars.