Umhvørvisstovan hevur veitt Sp/F Atlantshav í Funningsfirði og Sp/F Hvannagjógv á Tvøroyri góðkenning at framleiða plattar og annað pakkitilfar úr timbri til nýtslu í millumtjóða samhandli.
Talan er um góðkenning, sum plattavirki skulu hava sambært kunngerð um góðkenning av virkjum, sum framleiða, umvæla og endurnýggja pakkitilfar, plattar og annað úr viði.
Umhvørvisstovan setur í góðkenningini treytir um, hvussu virkini skulu hitaviðgera, framleiða, umvæla, endurnýggja og merkja pakkitilfar, plattar og annað sambært International Plant Protection Convention (IPPC) og Regulation of Wood Packaging Material in International Trade (ISPM No. 15).
Harafturat setir Umhvørvisstovan treytir um góðskustýring, innaneftirlit og skjalprógv. Góðkenningarnar eru galdandi í tvey ár.
Virki skulu søkja um góðkenning ella endurnýgging av góðkenning hjá Umhvørvisstovuni, og stovnurin hevur eftirlit við, at ásetingarnar í kunngerðini og góðkenningunum verða hildnar.