Saknur hevur leingið verið á nýskrivaðum føroyskum stuttsøgum til ung vaksin, men nú eru tvey spildurnýggj og viðkomandi stuttsøgusøvn útgivin.
Ingun Christensen og Arbjørn Ó. Ingun Christensen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð hava skrivað hvør sítt stuttsøgusavn ætlað ungum í miðnámsskúlaaldri og vaksnum. Søvnini eita ávikavist "Skuggamyndir" og "So hon starir inn í veggin".
Í hesum sambandi verður framløga í Sirkus hóskvøldið 12. november kl. 20.
Skuggamyndir
Eftir Ingun Christensen
Hugsa tær at sita í einum bussi, har øll hava sína egnu søgu. Í teimum níggju stuttsøgunum, ið hava støði í okkara gerandisdegi og samtíð, letur høvundurin fólk siga sína søgu, soleiðis at vit sum lesarar hóma skuggamyndirnar aftan fyri tey. Søgurnar flættast inn í hvørja aðra og vísa, at vit so ella so hava ávirkan hvør á annan.
So hon starir inn í vegginum
Eftir Arnbjørn Dalsgarð
Tilveran kann eta teg upp, um tú ikki tekur røttu avgerðirnar ella leggur á annan bógv. Men hvørjar avgerðir eru tær røttu? Ógvuliga forvitnisligir tekstir, har høvundurin spælir sær við skrivikynstrið.
Í savninum er 12 nútímans stuttsøgur, við evnum úr nútíðini, og lesur tú væl, lata søgurnar seg upp fyri tær.