Tvey nýggj ráðgevarafeløg afturat

Seinastu vikurnar eru fleiri ráðgevarafeløg stovnað í Føroyum og hesa vikuna eru tað ikki færri enn tvey nýggj ráðgevingarfeløg stovnað, sambært Business Line.

 

Dánjal Mouritsarson Joensen, búsitandi í Vejle, hevur stovnað felagið ÍVF DMJ, sum skal reka ráðgevandi byggifrøðiligt virksemi og fastognarvirksemi, umframt at veita tænastur innan handverk, menningararbeiði og tænastur innan sniðgeving.

 

Arni Suni Vatnhamar er stjóri í nýggja smápartafelagum Ravnur Tryggingarmekling, og ætlar sær at reka virksemi við tryggingarráðgeving og tryggingarmiðlan.

 

Tvey onnur nýggj feløg eru skrásett. Rúni Joensen úr Havn, Andrias Nielsen av Oyrareingjum og Ási Dam úr Kollafirði hava stovnað eitt íverksetarafelag, sum skal reka heilsufremjandi virksemi. Teir tríggir eru eisini stjórar í felagnum.

 

Johnny Sofus Solmunde Olsen er stjóri í ÍVF Foodfestival.fo, sum fer at reka virksemi við mati á festivalum og sølustevnum.

 

Allar broytingarnar í partafelagsskránni eru at finna her.