Í farnu viku kom Magnus Heinason inn av einum rannsóknartúri á djúpum vatni. Á túrinum vórðu heili 114 ymisk sløg skrásett, harav 86 teirra vóru fiskar. Tvey fiskasløg vóru skrásett fyri fyrstu ferð undir Føroyum: Chiasmodon niger og Scopelogadus beanie, skrivar Havstovan.
Chiasmodon niger, sum sæst á myndini, (á donskum “slukhalsfisk”, á enskum “Black swallower”) er 11,5 cm langur og vigar 14 gram. Hann er fingin á umleið 900 metra dýpi millum Føroyabanka og Bill Baileybanka.
Scopelogadus beanii (á donskum “Beans kogleskælfisk”, á enskum “Beans bigscale”), er 9,6 cm langur og vigar 14 gram. Fingin á umleið 800 metra dýpi norðan fyri Bill Baileybanka. Mynd av honum sæst her.
Hetta er fjórða árið á rað, at tílík kanning verður gjørd. Endamálið er serliga at kanna brosmu, blálongu, gulllaks, stinglaks, langasporl, trantkongafisk og svartkalva.
Um nøgdin í kg pr. støð verður samanborin við hini árini, so er nøgdin av brosmu og svartkalva nærum óbroytt, meðan nøgdin av blálongu, gulllaksi, stinglaksi, langasporli og trantkongafiski er nakað minni.