Tvey nýggj andlit á Fiskaaling

Tær eita báðar Elin, og báðar skulu tær granska innan biotøkni og framleiðslumenning fyri Fiskaaling.

Fiskaaling hevur sett tvey nýggj starvsfólk, sum skulu starvast í granskingartoyminum innan biotøkni og framleiðslumenning.

 

Elin Jacobsen er útbúgvin laborantur og hevur fleiri ára starvsroyndir. Hon er byrjað á starvsstovuni á iNOVA, har hon arbeiðir við í ymiskum granskingarverkætlanum hjá Fiskaaling. Eisini er hon lutvíst tengd at rognaframleiðsluni við Áir, har hon eitt nú arbeiðir við siljakvaliteti og giting.

 

Elin Djurhuus Samuelsen er sett sum granskari og skal eisini starvast í granskingartoyminum innan biotøkni og framleiðslumenning. Hon er útbúgvin mikro- og molekylærlívfrøðingur og hevur júst latið PhD ritgerð inn. Ritgerðin skal verjast seinni í ár.

 

- Elin hevur góðar og viðkomandi royndir innan biotøkni, sum ivaleyst fara at koma Fiskaaling og alivinnuni til góðar, siga tey á Fiskaaling, nú tvey nýggj andlit eru knýtt at stovninum.