Hetta vikuskiftið hevur løgreglan hevur løgreglan fingið tvær fráboðanir um harðskap, sum tey nú eru í ferð við at kanna. Í báðum førum var talan um, at menn komu til hendurs inni á einum skeinkistaði í Havn, men hendingarnar høvdu ikki nakað við hvønn annan at gera.
Í tí eina førinum gjørdust eitt kjak so heitt, at tað endaði við, at ein maður varð skallaður í andlitið. Í hinum førinum fekk ein maður nevan framman á.
Báðir menninir fingu snuddir og fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar, og maðurin, sum varð skallaður, skal til onkra kanning afturat.
Í báðum førum veit løgreglan, hvør gerningsmaðurin var og tey eru nú í ferð við at avhoyra tey, sum vóru uppií, umframt tey vitni, sum sóu tilburðirnar fyri at fáa eina greiða mynd av, hvat er farið fram, áðrenn støða verður tikin til, hvat skal henda í málunum.










