Tað gekk ógvuliga ymiskt hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.
HØJ við Róa Berg Hansen vitjaðu TMS Tønder við Teis Horn Rasmussen á liðnum.
HØJ vann stórsigur 33-22. Í steðginum var HØJ á odda 15-8. Rói Berg Hansen skoraði trý mál fyri HØJ. Teis Horn Rasmussen skoraði eitt mál fyri TMS Tønder.
Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Ajax tóku móti Skovbakken í Keypmannahavn. Tað eydnaðist Brandi og liðfeløgunum at vinna 34-29 á liðnum úr Århus. Í steðginum var Ajax á odda 19-15. Brandur Halgirsson skoraði eitt mál fyri Ajax í dag.
Pætur Mikkjalsson og Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í SUS Nyborg tóku móti Vendsyssel í dag. Tað gekk væl í fyrra hálvleiki hjá heimaliðnum, ið var á odda 13-11 í steðginum, men í seinna hálvleiki koppaði dysturin til Vendsyssel, ið vann 26-24 sigur á SUS Nyborg. Pætur og Tróndur skutu hvør síni tvey mál fyri SUS Nyborg í dag.
Í morgin klokkan 14 spæla Rókur Akralíð og liðfelagarnir í HEI Skæring móti Otterup á útivølli.
Ajax og HØJ eru enn væl við í stríðnum um triðja plássið, ið gevur rætt til at spæla upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr bestu hondbóltsdeildini.
Nummar | |||
1 | Nordsjælland | 23 dystir | 41 stig |
2 | Skive fH | 23 | 40 |
3 | Ajax | 23 dystir | 31 stig |
4 | HC Midtjylland | 23 | 31 |
5 | HØJ | 23 dystir | 29 stig |
6 | Sydhavsøerne | 23 | 24 |
7 | Grindsted | 23 | 23 |
8 | Skovbakken | 23 | 23 |
9 | Otterup HK | 22 | 20 |
10 | HEI Skæring | 22 dystir | 19 stig |
11 | Tønder | 23 dystir | 15 stig |
12 | Vendsyssel | 23 | 10 |
13 | HC Odense | 23 | 9 |
14 | SUS Nyborg | 23 dystir | 5 stig |