– Okkara fólk hava handtikið ein persón. Men verið kortini á varðhaldi. Vit eru mannsterk á staðnum í og kring Halle fyri at stabilisera øki9ð, skrivar lokala løgrelgna í Halle á Twitter.
Løgreglan er mannsterk til úti og jagstrar fleiri illgerðarmenn.
– Í sambandi við kritisku støðuna í Halle hevur borgarstjórin, Bernd Wiegand, kallað inn tilbúgvingina, upplýsir býarstýrið.
##med2##
– Sambært fyribils upplýsingum eru tvey fólk dripin. Tað vóru fleiri skot. Mistonktir illgerðarfólk eru flýdd við bili. Vit arbeiða av øllum alvi og heita á fólk um at vera innandura, skrivaði løgreglan á Twitter um hálgum eitttíðina.
Eitt skotoffur liggur undir einum laki á gøtuni yvir av synagonguni í miðbýnum.
– Offrið liggur á vegnum umleið 30 metrar frá synagoguni og er fjalt í einum bláum klæði, skrivar dpa.
##med3##
Sambært blaðnum Bild er skottilburðurin farin fram framman fyri eini synagogu í býnum.
Blaðið skrivar eisini, at tað umframt skot eisini er kasta ein hondgranat inn á ein jødiskan kirkjugarð.
##med4##
Jarnbreytarfelagið Deutsche Bahn skrivar á Twitter, at jarnbreytarstøðin í Halle er avbyrgd.
Tíðindablaðið Forbes skrivar sambært Reuters, at fleiri skot seinni hava verið í grannabýnum Landsberg. Tað sama sigur talsmaður fyri løgregluna við tíðindastovuna dpa.
Týska ávaringartænastan Katwarn, sum sendir ávaringar út til fartelefonir, skrivaði sambært dpa fyrr í dag:
– Farið ikki úr húsum og íbúðum, haldið tykkum burtur frá vindeygum og hurðum. Fjalið tykkum og haldið tykkum burtur frá glasi.
##med5##
Løgreglan hevur enn ikki upplýst kyn ella aldur á teimum dripnu.
Í umhvørvisflokkinum Teimum Grønu sigur Cem Özdemir, at »tað eru ræðulig tíðindi úr Halle á jødiska semjudegnum Jom Kippur.
– Eg eri sjokkeraður og keddur, skrivar hann í einum tweet-boðum.
/ritzau/Reuters