Úrslitið boðar frá tættari uppgerð, og soleiðis var tað eisini, tá ið teir næstbestu hjá HB seint seinnapartin vitjaðu á Sevmýri. Talan var um javnan dyst við lutfalsliga høgari leikferð.
Málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir, og trý av fýra málum vórðu skorað í sambandi við deyðbóltsstøður.
Johan Eyvind Restorff Mouritsen legði heimaliðið framum miðskeiðis í 2. hálvleiki við brotssparki. Bríkslað var, tí Dan Mortensen var feldur dygst innanfyri brotsteigarmarkið.
Ingvard Vang javnaði til 1-1, tá ið tað restaðu fýra minuttir av 1. hálvleiki. Hann setti bóltin framvið málverjanum, eftir at Jóan Petur Holm eitt sindur úr høgru hevði stungið bóltin fram um verjuna.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki legði Óli Johannesen TB framum aftur við dundur skoti av brotsteigarmarkinum. Eftir TB horna varpaði HB bóltin út frá, og har stóð veteranurin og smekkaði til.
Fimm minuttir fyri leiklok javnaði Janus M. Joensen við brotssparki til 2-2, sum gjørdist úrslitið. Dómarin bríkslaði, tí Thomas Hans Rubeksen varð togaður niður, tá ið HB fríspark varð lagt inn fyri úr vinstru.