Tveitti annan skógvin eftir forsetanum

Sudanska løgreglan tók í gjár ein mann, sum lat seg úr øðrum skónum og tveitti hann eftir landsins forseta, Omar al-Beshir. Reuters-tíðindastovan skrivar, at maðurin tveitti skógvin eftir Omar al-Bashir beint uttan fyri móttøkuhúsini hjá forsetanum, men hann rakti ikki.

Tað er ikki greitt, hví maðurin tveitti skógvin eftir forsetanum.

Omar al-Bashir hevur verið forseti í Sudan síðani 1989. Hann hevur skrivað út val, sum verður í apríl. Tað er fyrsta valið í Sudan í 24 ár.