Turt og møguleiki fyri sól. Tað er í stuttum tað, ið danska veðurstovan DMI spáar um veðrið í dag og í morgin.
Tað er serliga fríggjdagurin, ið tykist at vera góður, meðan veðrið versnar út á kvøldið leygardag.
Sunndagin vísir forsøgnin hjá DMI, at tað fer at regna.
Fríggjadagur:
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norði, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest turt og sól í løtum. Hitin millum 8 og 10 stig. Um náttina lot til andøvsgul av norði, ið snarar í ein útsynning, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt og fyri tað mesta klárt. Hitin millum 2 og 8 stig.
Leygardagur:
Lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið, ið út á dagin snarar í ein sunnan og veksur hann um vindin til andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Fyrst turt og í løtum sól, men seinni skíggjað og um kvøldið fer møguliga at regna. Hitin millum 10 og 13 stig.
Sunnudagur:
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Yvirskýggjað og támut við regn. Hitin millum 12 og 13 stig. Um náttina minkar hann um vindin til lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 metrar um sekundið. Skíggjað og regn, men seinni klárar í. Hitin millum 6 og 10 stig.

Tveir turrir dagar fyri framman

