Tveir tiknir fyri rúsdrekkakoyring

Løgreglan hevur kannað nógvar bilar í nátt

Har fleiri fólk hava verið savnað, eitt nú í sambandi við Heystfagnaðin á Eiði, hevur løgreglan steðgað fleiri bilum. 

Vakthavandi á politistøðini sigur, at tað var gott skil í teimum nógvu bilførarunum, sum vórðu steðgaðir. Tó vórðu tveir skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring, annar á Streymoynni hin í Suðuri.

Neyðugt var eisini hjá løgregluni at sissa onkran uppøstan persón í býnum, men annars hevur náttin verið stak friðarlig hjá løgregluni, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.