Tveir sveisarar hava klamsað við hurðunum

At spælarar eru misnøgdir, tí teir ikki verða valdir at vera millum teir fyrstu ellivu er kent kring allan fótbóltsheimin

 

Altjóða fótbóltur


Tveir kenningar hjá føroyska fótbóltslandsliðnum hava í vikuni verið umrøddir í altjóða fótbóltstíðindunum fyri nakað, sum ikki hevur beinleiðis við fótbóltsspælið at gera.

Talan er um tveir av sveisisku landsliðsspælarunum, sum vóru á liðnum, tá Sveis og Føroyar spældu HM undankappingardystir.

Verjuspælarin Stephane Henchoz úr Liverpool og veteran álopsmaðurin, Stephane Chapuisat úr Grasshoppers boðaðu báðir um vikuskiftið frá, at teir ikki longur vóru partur av sveisiska landsliðnum. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir vóru ikki við, tá Sveis mikukvøldið skuldi spæla ímóti Luksemborg.

Eftir 2?1 tapið á heimavølli ímóti Jugoslavia stungu báðir tveir í sekkin. Báðir vóru teir misnøgdir, tí tað leygardagin ikki var pláss fyri teimum millum teir fyrstu ellivu. Báðir søgdu teir seg góðtaka, at teir ikki vóru nóg góðir til besta liðið, og báðir søgdu teir seg vera firtnar inn á, at venjarin ikki hevði givið teimum boðini soleiðis, sum teir hildu seg hava rætt at fáa tey.

? Undan dystinum fekk eg einki at vita frá venjaranum, og tískil gekk eg út frá, at eg skuldi byrja inni, segði Stephane Henchoz fyrr í vikuni við eingilsku pressuna. Tá var vónbrotni maðurin komin aftur til Onglands.

? Tá landsliðsvenjarin, Kobi Kuhn, ikki kundi brúka meg ímóti Jugoslavia, so rokni eg heldur ikki við, at hann ætlar at brúka meg ímóti Luksemborg, segði Stephane Chapuisat, sum leygardagin varð skiftur inn, tá tað restaði eitt korter av dystinum ímóti Jugoslavia.