Tveir nýggir stjórar í Smyril Line

Nevndin í Smyril Line avgjørdi í gjárkvøldið at seta tveir fyribilsstjórar. Hesir eru Hendrik Egholm og Rúni Vang Poulsen

VINNA




Eftir at tað kom fram í gjár, at stjórin á Smyril Line, Thomas Magnussen, hevði sagt upp, av tí hann ikki var samdur við nevndina í reiðarínum um leistin, felagið skal rekast eftir, avgjørdi nevndin at seta tveir fyribilsstjórar. Hesir eru sølu- og marknaðarstjórin, Hendrik Egholm, og fíggjarstjórin, Rúni Vang Poulsen. Aðalfundur var í dag, og tá skal eitt felag hava stjóra.

Andras Róin, nevndarformaður, upplýsir annars, at hann heldur fram sum sonevndur arbeiðandi nevndarformaður fulla tíð. Spurdur, hvussu leingi hendan støðan fer at vara, sigur Andras Róin:

- Vónandi ikki ov leingi!

Roknskapurin hjá Smyril Line varð góðkendur á aðalfundinum fyrrapartin.