Tveir nýggir politstar

Fríggjadagin fingu tveir føroyingar prógvað handað sum politistar.
Hetta hendi á samkomu á danska Politiskúlanum, har skyldfólk og vinfólk hjá politistunum esini vóru við.
Nýklaktu politistarnir eru Niels Viggo Brosbøll Niclasen og David Arge Galan.
Teir verða kníttir at Norðurøkinum og fara at arbeiða út frá politistøðini í Klaksvík.
Átta aðrir føroyingar fáa prógva antin seinni í ár ella næsta ár.
Júst nú er møguleiki hjá føroyingum at søkja um at koma í útbúgving sum politistur. Tveir umsøkjarar verða tiknir inn.
Umsøkjararnir hesa ferð skulu til roynd í august.