Tveir mans í havsneyð sunnanfyri Nólsoynna

Bjargingarbáturin, Lív hevur bjargað teimum

Í morgun fekk løgreglan fráboðan frá tveimum monnum, ið vóru komnir í Havsneyð suður úr Nólsoynni.

 

Teir vóru farnir við eini lítlari jollu, men vunnu ikki upp land aftur, men róku til Havs, og tá ið teir fingu boð frá sær, vóru teir illa fyri og teir vóru tá staddir tveir fjórðingar suður úr Nólsoynni.

 

Bjargingarbáturin, Lív, fór alt fyri eitt eftir teimum, og tað gekst væl at finna teir. Lív er nú á veg inn aftur við teimum, men har stendur løgreglan og tekur ímóti fanglínuni, tí tey eru áhuga at kanna støðuna umborð.

 

Í hesum sambandi verður kannað um menninir eru edrúir og um øll útgerð er umborð á jolluni, sum er kravd eftir lógini.

 

Av tí, at løgreglan ikki hevur kannað umstøðurnar, vita tey heldur ikki, hví teir komu í havsneyð, um teir bsta høvdu árar, ella um motorurin gekk fyri.

 

Meiri verður at frætta um hetta her á www.in.fo, klokkan 11.30