Tveir listar i Hvannasundi

Tveir listar eru til kommunuvalið í Hvannasunds kommunu.

Valevnini eru tólv í tali, og seks valevni eru á hvørjum lista. Av teimum tólv valevnunum eru fýra kvinnur.

Í kommunustýrinum í Hvannasundi nú eru kvinnurnar í meirluta. Har sita tríggjar kvinnur og tveir menn.

Tað er ikki eins og í summum øðrum kommunum trupult at fáa kvinnur at stilla upp. Orsøkin kann vera, at har altíð hava verið nógv sjófólk, og kvinnurnar eru vanar við at standa við ábyrgd.