Tveir hava omanfyri 740 næmingar – seks hava færri enn 10

Tað er stórur munur á støddunum á skúlunum í Føroyum. Tað vísir uppgerð, sum Skúlablaðið hevur gjørt. Hon vísir, at 41 skúlar eru í Føroyum. Tað eru serliga samanløgdu skúlarnir, Skúlin á Fløtum og á Skúlatrøð, sum stinga seg burturúr.

 

Myndin vísir fyribils næmingahagtøl fyri fólkaskúlan skúlaárið 2016/17.

 

Á myndini eru 39 skúlar. Veruliga talið er tó 41 skúlar, tí í hesi uppgerðini frá Mentamálaráðnum eru skúlarnir í Hvalvík og Hósvík taldir saman við skúlanum við Streymin.

 

Tað eru serliga samanløgdu skúlarnir, Skúlin á Fløtum og á Skúlatrøð, sum stinga seg burturúr. Næmingatalið liggur omanfyri 740 í hvørjum skúlanum sær. Í hesi uppgerðini eru 13 skúlar við fleiri enn 200 næmingum, 6 skúlar við millum 100 og 200 næmingum, meðan 20 skúlar hava færri enn 100 næmingar. Av teimum 20 skúlunum við færri enn 100 næmingum eru 6 skúlar við færri enn 10 næmingar.