Tveir harðir jarðskjálvtar í Indonesia

Minst 70 fólk hava latið lív, og nógv hús eru rapað. Tann fyrri skjálvtin var 6,3 á Richter-stiganum. Myndugleikarnir góvu alt fyri eitt boð um at flyta fólk úr fleiri bygningum, tí vandi var fyri, at teir fóru at rapa.

Tann seinni jarðskjálvtin var 6,0 á Richter-stiganum. Indonesisku myndugleikarnir siga, at teir báðir skjálvtarnir hava kavt minst 70 mannalív, og at fleiri hundrað bygningar eru rapaðir. Millum annað er ein almennur banki rapaður í grund.

Fólk, sum búgva fram við strondini, bóru ótta fyri, at skjálvtarnir fóru at elva til flóðaldur, men enn er eingin flóðalduávaring send út.