30 tilmeldingar vóru til byrjanarskeið í føroyskum sum annað mál, sum byrjaði 3. sept. 2018 á Tórhavnar Kvøldskúla. Av tí at so nógvar tilmeldingar vóru, bleiv avgjørt at býta næmingarnar í tveir flokkar eftir útbúgvingarstøði teirra.
Hetta varð gjørt fyri at kunna bjóða teimum eina so miðvísa undirvísing, sum til ber. Gjørt varð av at velja eina skipan, sum leggur seg upp at “Common European Framework of Reference for Languages” (CEFR), har næmingarnir kunnu býtast sundur í trý stig.
- Stig 1 er til tey, sum onga útbúgving hava og/ella ikki kenna latínska alfabetið.
- Stig 2 er til tey, sum hava nakað av skúla og/ella handverksliga ella handilsliga útbúgving
- Stig 3 er til tey, sum hava miðal langa og langa útbúgving.
Hetta er sama skipan, sum verður brúkt í Íslandi og Danmark.
Innanhýsis próvtøka var mánadagin 12. november, og prógvini vóru handað seinnapartin í dag. Báðir flokkarnir halda ætlandi fram í januar eftir somu skipan, og tað er ynski hjá Tórshavnar Kvøldskúla, at byrja at nærkast eini CEFR støðismeting. Tað vil siga, at næmingarnir fara til eina sentralt stillaða roynd, sum vísir hvørjum CEFR-støði tey eru á síðst í mars 2019.
Lærarar vóru Bergljót av Skarði og Alina Jespersen.
Kelda: Torshavn.fo