Í gjárkvøldið millum klokkan 19.10 og 21.10 gjørdi løgreglan ferðmátingar í Klaksvík á vegastrekki, har loyvda hámarksferðin er 40 kilometrar um tíman.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at í hesum kanningum vórðu fimm mál skrivað.
- Ein bilførari fekk klipp í koyrikortið, tveir fingu treytaða frádøming, sum merkir, at teir skulu upp til nýggja koyriroynd, og tveir fingu tað, tey rópa treytaða frádøming og koyriforboð.
Koyriforboð verður vanliga givið bilførarum, sum bróta ferðslulógina við ávísum kilometratali og sum hava havt koyrikortið í minni enn trý ár.
- Bilførararnir, sum í hesum førinum fingu treytaða frádøming og teir, sum fingu treytaða frádøming og koyriforboð, koyrdu millum 65 og 66 kilometrar um tíman.
Koyriforboð merkir ikki, at tú missir koyrikortið á staðnum.
- Men, tú skalt hava staðið nýggja koyriroynd innan ávíst tíðarskeið, og í hesum tíðarskeiði er tað ein umsitingarligur partur av málinum, at koyrikortið verður inndrigið í 14 dagar, sigur løgreglan.










