TVAZZ á altjóða sjónleikafestival

Leikbólkurin TVAZZ er nú boðin til altjóða sjónleikafestival í Tampere í Finnlandi

Leikbólkurin TVAZZ, sum kom á føroyska sjónleikapallin við leikunum Køksdrotningarnar (2006) og Fundamentalisturin (2007) er nú boðin á altjóða sjónleikafestival í Tampere í Finnlandi. Hetta er 40. festivalurin, sum verður hildin í býnum Tampere/Tammerfors í døgunum 4. – 10. August í ár.

Í ár verða norðurlendskir teaturdagar eisini hildnir á sama festivali, og í tí sambandi verður stórt norðurlendskt showcase á festivalinum. TVAZZ er við í høvuðsskránni á festivalinum við leikinum Fundamentalisturin, sum varð sýndur fyri fullsettum húsum á Meiarínum í fjørheyst.


Finskur leikur á føroyskum

Leikurin Fundamentalisturin er finskur og hevur verið spældur í mongum leikhúsum í Finnlandi síðan 2006, tá hann hevði frumframførslu. Eisini har fyri fullsettum húsum. Men festivalurin hevur valt at bjóða TVAZZ at framføra sína uppseting av leikinum, har spælt verður á føroyskum við enskum undirteksti. Hetta er rættiliga vanligt á festivalum, har luttøka er úr ymsum londum. Ein leikbólkur úr hvørjum Norðurlandi er við í høvuðsskránni, umframt bólkar úr Letlandi, Estlandi, Grikkalandi, Fraklandi, Týsklandi og aðar staðni. Allir bólkar eru yrkisleikbólkar og eru nógv frammi í løtuni. Sí meira um festivalin á heimasíðuna www.teatterikesa.fi.


Fundamentalisturin í uppskoti til norðurlendska leikritavirðisløn

Á norðurlendsku teaterdøgunum, sum verða hildnir annaðhvørt ár, verður norðurlendska dramatikara virðislønin handað. Hetta er virðisløn fyri besta norðurlendska leikrit, sum skrivað er seinastu tvey árini, og sum hevur havt frumframførslu. Hvørt land innstillar ein leik og er tað stýrið í Nordisk Teater Union, sum viðgerð uppskotini og velur ein vinnara. Tað vísir seg, at Finland hevur innstillað Juha Jokala netupp fyri leikin Fundamentalistin. Tí kann væntast, at uppsetingin hjá TVAZZ verður væl vitjað á festivalini. Umframt heiðurin fær vinnarin virðisløn áljóðandi 5000 EUR, ella umleið 37.000 kr.


Komandi verkætlanir hjá TVAZZ

TVAZZ hevur aðrar verkætlanir í umbúna. Eitt nú at uppseta leikin Fundamentalisturin uttanfyri Føroyar. Næsta verkætlan í Føroyum verður væntandi í vetur 08/09 og møguliga ein verkætlan til Listaleypin. At seta leikir upp krevur nógva fígging og leitar TVAZZ í løtuni eftir stuðlum og sponsorum til verkætlanina.

Men fyribils er fyrsta verkætlan hjá TVAZZ í 2008 at taka upp aftur Fundamentalistin og at luttaka á festivalinum í Tampere í august. Tað verða Bárður Persson og Gunnvá Zachariasen, sum spæla leiklutirnar sum ávikavist presturin Markus og Heidi. www.tvazz.com