Lurtarakanningin hjá Kringvarpinum staðfestir, at tíðindini frá Útvarpinum og úr Miðlahúsinum verða mett sum tey mest álítandi 34 prosent halda, at tíðindini hjá útvarpinum eru tey mest álítandi. 21 prosent halda, at tíðindini hjá Sosialinum, Portalinum og Rás 2 eru tey mest álítandi, meðan 8 prosent halda, at tíðindini í Degi og Viku eru mest áltítandi. 6 prosent halda, at tíðindini í Dimmalætting eru mest álítandi, meðan 1 prosent heldur, at tíðindini í Norðlýsinum eru mest álítandi.
512 føroyingar yvir 15 ár og úr øllum landinum vórðu spurdir, skrivar Útvarpið hjá Kringvarpinum.