Tvær rakettir raktu grikskt farmaskip

Eitt farmaskip varð í dag rakt av tveimum rakettum í Bab al-Mandab-sundinum millum Yemen og Djubouti, upplýsir bretska trygdarfelagið Ambrey.

Skipið hevur fingið skaða á stýriborðssíðu.

Bretski felagsskapurin fyri Maritimar Operatióir (UKMTO) uppýsti, at manningin er óskadd.

Skipið var á veg til iranska havnarbýin Bandar Imam Khomeini, tá tað varð rakt av tveimum rakettum.

Ta siglir undir flaggi frá Marshall-oyggjum, men eitt grikskt felag eigur.

Seinnapartin hevði eingin tikið ábyrgdina av bumbingini.

Men houthirørslanm, sum hevur støð í Yemen, hevur síðani november lopið á farma - og tangaskip út fyri strondina hjá Yemen.

/ritzau/Reuters

Farmaskipið »Galaxy Leader« varð álopið av houthiarum í november í Reyða Havinum. Nógv onnur skip eru eisini álopin seinastu mánaðirnar. (Arkivfoto). - Foto: -/Ritzau Scanpix

Farmaskipið »Galaxy Leader« varð álopið av houthiarum í november í Reyða Havinum. Nógv onnur skip eru eisini álopin seinastu mánaðirnar. (Arkivfoto). - Foto: -/Ritzau Scanpix