Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur
-----
Hóskvøldið 21. Mars var sending undir heitinum “Tá fornminni og framburður stoyta saman” um tvístøðuna millum varðveiðslu av gamla býlinginum og menning av íðnaðinum í miðbýnum á Tvøroyri. Sendingin kom sum heilt vítt um, og sjálvur fekk eg væl av plássi, men hóast hetta eru nakrar útsagnir, ið møguliga tørva ein neyvari samanhang. Tí havi eg valt at skriva hesa kronikk um verandi støðu á Tvøroyri.
Frá íðnaðarsamfelagi til vitanarsamfelag
Eitt tað mest týðandi rákið í Føroyska samfelagnum er sonevnda av-industrialiseringin, tvs. at samfelagið fer frá einari fasu, har íðnaðurin hevur ein sera centralan leiklut í samfelagnum, til at alsamt færri fáa sínar lønir úr hesum vinnugreinum. Hyggja vit longur aftur kunnu Føroyar sigast at hava verið í fleiri ymiskum samfelagsfasum fram til ta núverandi tænastuvinnufasuna. Tó er sera ymiskt hvussu ymisku fasurnar verða defineraðar. Verður hugt eftir gongdini innan ymisku “fiskivinnurnar”, so sæst, at arbeiðsmegin innan hesar vinnur minkar sera skjótt, tó at alivinnan hinvegin mótvigar hesum rákinum í ávísan mun. Sum heild verða tær rávøru- og framleiðsluvinnurnar alsamt meiri tøknitungar, soleiðis at tørvur hinvegin verður á minni arbeiðsmegi.
Tað samfelagsliga og eisini diskursiva rákið gongur í løtuni móti einari av-industrialisering, men á Tvøroyri hevur man í staðin blást lív í eina nýggja industriella forteljing, ið gongur beint ímóti teimum virðum, ið eru upp í tíðini. Tað sigur seg sjálvt, at fyri t.d. 30 árum síðani vildi hetta verið fullkomiliga í tráð við samfelagsdiskursina, men í dag verður íðnaður settur í eitt heldur negativt ljós, og so fáa vit nakrar áhugaverdar konfliktlinkjur, sum t.d.:
- Eitt industrielt lokalsamfelag ? Eitt post-industrielt stórsamfelag.
Flestu størri kommunur í landinum hava so líðandi lagað seg til generella rákið, soleiðis at tað verður lagdur alsamt størri dentur á post-materiell virði, m.a. vælferðarvirðini, ið gera alsamt meiri um seg og skapa ein nógv meiri fjølbroyttan arbeiðsmarknað. Suðurstreymoy er av góðum grundum tað longst menta økið hvat viðvíkur av-industrialisering, men nærum øll tey týðandi økini í landinum eru eftirhondini umbroytt til tænastuvinnuøki, tó at íðnaður og fiskivinna framhaldandi standa sera sterk í ávísum økjum.
So hetta er ikki bara ein konflikt millum mentan og íðnað sum so, men ein demonstratión av, at samfelagið koyrir í ymiskum tempi – at samfelagið so at siga er í nógvum fasum samstundis. At samfelagið koyrir í so nógvum ymiskum fasum er helst ein høvuðsorsøk til at føroyingar sum fólk eru so ómetaliga ósamdir politiskt. Vit liva ikki í einum felags veruleika, snøgt sagt. Hetta kemur eisini í ávísan mun til sjóndar í teimum vinklum, ið Kringvarpið velur at lýsa Tvøroyri við. Hóast hetta helst er ótilvitað, so síggja fólk frá miðstaðinum jú útjaðaran við heilt øðrum brillum enn útjaðarin sær seg sjálvan. Við hesum brillum hevur tað víst seg, at summi leikfólk av Tvøroyri eru sett í eitt sera óvirðiligt ljós seinastu tíðina.
Bústaðar- ella íðnaðarøki?
Til post-íðnaðar samfelagið knýtast nógv onnur lívsvirði enn tey, ið gjørdu seg galdandi í íðnaðarsamfelagnum. Generelt kann tosast um, at virðini førkast frá materiellum virðum til post-materiell virði, tvs. at hugtøk sum mentan og vælferð koma at fylla alsamt meiri í tilvitskuni, soleiðis at eftirspurningurin eftir slíkum fyribrigdum vindur á seg. Tískil er tað eisini umráðandi, at ein kommuna støðugt umhugsar hvørji øki hava potentiali sum social og mentanarlig savningarstøð.
Víðari er trupulleikin, at Tvøroyri víðariførir ein íðnaðarlogikk við tað at økið ikki hevur megnað at lyft seg upp úr tí íðnaðarspori býurin er bygdur á. Ein skilagóð strategi vildi sjálvandi verið at roynt at skapt rúm fyri fjølbroytni, men í staðin hevur man fasthildið gomlu samantvinningina av íðnaði og bústøðum, soleiðis at vit fáa eina sera týðiliga konfliklinju:
- Bústaðarøki/trivnaðarøki ? Íðnaðarøki
Hendan konfliktin ger seg galdandi nógva aðrastaðni í landinum, serliga í føroyskum fiskivinnubýum, ið júst eru bygdir upp kring handil, íðnað og verksmiðjur. Sama støðan er við Tvøroyri, ið upprunaliga als ikki var eitt bústaðarøki, men eitt vinnuøki, ið dróg búseting til sín í besta kapitalistiska urbaniserings-stíli. Men nú á døgum er so spurningurin hvussu javnvágin millum bústaðir og íðnað skal vera. Til hetta hevur man júst býarskipanir, ið skulu tilskila hvat kann gerast á ymiskum økjum, soleiðis at man forðar fyri ov nógvum “negativum eksternalitetum”, men hinvegin kann elva til “positivar eksternalitetir”. Júst á hesum øki hava nógvar kommunur ikki torað at gjørt djarvar og framtíðarrættaðar býarskipanarbroytingar, og tað er m.a. hetta, ið bítir seg í halan á Tvøroyri.
Býarplanlegging er nakað føroyingar eru vorðnir meiri tilvitaðir um. Fram til fyri fáum árum síðani var hetta ikki nakað man arbeiddi stórvegis við, men eitt rák hevur so líðandi stungið seg upp, ið hevur sett mentan og estetikk á dagsskrá. Men tað er ymiskt frá øki til øki hvussu nógv verður gingið upp í hetta. Klaksvík er jú eitt annað gott dømi um ein íðnaðarbý, ið kom sera seint í gongd við at hugsa um rúmligan estetikk, søgu o.l.
Man má jú ikki gloyma, at tað eisini liggur nakað av hepni í at kunna varðveita heil øki við byggilistarligum virði. Ofta eru tað einans einstøk hús, ið standa eftir, men her er ein heilur býlingur til taks. Tvøroyri hevur longu nú bygt part av sínum samleika upp kring hendan býlingin, men har kundi verið gjørt nógv meiri við tað. Í øðrum londum er tað vanligt, at fyrrverandi íðnaðarøki verða umskipað til bústaðarøki ella onnur øki, ið skapa samleika og trivnað, meðan tungur íðnaður verða lokaliseraður aðrastaðni, har hann hevur minni estetisk árin á bústaðar- og trivnaðarøkini. Sum dømi kann nevnast, at Klakvík hevur valt at leggja partar av tungasta virkseminum í sonevndu “Norðhavnini” við Ánirnar.
Framtíð ella yvirliving?
Eg havi mangan hartað ymiskar kommunur í teimum meiri vælbjargaðu økjunum, m.a. Klaksvík og Fuglafirði fyri at lata mentanina koma í aðru røð til skaða fyri trivnaðin hjá borgarunum. Umvent er Tvøroyri jú ein býur á knøunum, meðan økini í m.a. Borðoy, Eysturoy og Streymoy hava munandi frægari framtíðarútlit.
Man kann loyva sær at krevja ein høgan moralskan standard av t.d. Klaksvík, men viðvíkjandi Tvøroyri er støðan eitt sindur øðrvísi, tí her er talan um at tryggja sjálvt tilverugrundarlagið hjá Suðuroynni. Á tann hátt er tað ómetaliga skilligt, at tvøráfólk hava handlað sum tey hava. Tey eru desperat, og nú sær man so skrivstovuveldið (í Havn?) sum ein paragraffríðandi fígginda, ið roynir at køva livikorini á Tvøroyri. Vit vælbjargaðu norðanfyri eiga eisini at seta okkum inn í tær faktisku lívstreytir tey hava í niðurundirkomnu “Suðurføroyum”.
Tað er sjálvandi spell, at Tvøroyrar kommuna ikki hevur megnað at tikið nøktandi býarskipanarlig fyrilit í góðari tíð, men umvent er her talan um ein inntøkumøguleika, ið er komin sum manna av himni, og tað er væl skilligt, at Tvøroyrar kommuna hevur arbeitt skjótt, tá møguleikin beyðst. Í tí menningarstøðuni og fíggjarstøðuni Tvøroyri er í, er meiri upplagt at brúka orku til at skapa inntøkur her og nú, heldur enn at satsa upp á nakað, ið einans vil geva avkast upp á longri sikt – um tað yvirhøvur kemur at geva avkast. Eitt annað relaterað aspekt er, at við inntøkunum frá nýggja virkseminum ber til hjá kommununi at betra um onnur viðurskifti hjá kommununi, so um man missir meiri enn man vinnur stendur rættiliga ógreitt og veldst sjálvandi um hvønn politikk tvøráfólk fara at føra framyvir.
Men at Tvøroyri er í vanda fyri at selja út av mentanarliga/søguliga arvasúllinum kann hinvegin ikki dyljast. Tað rætta hevði sjálvandi verið at skapt møguleikar fyri bæði íðnaði og trivnaði, heldur enn at skapa eina støðu, har hesi atlit stoyta saman í eina óvakra orrustu, eina konfliktlinju millum:
- Framtíðar fjølbroytni ? nútíðar yvirliving
Og her er tað tíverri rættiliga upplagt, at yvirlivingar-atlitið vigar meiri enn framtíðar-atlitið. Men hevði Tvøroyrar kommuna sýnt rætttíðarligt umhugsni, so hevði hendan konfliktlinjan verið undansloppin – ella í minsta lagi verið nógv minni ógvuslig enn hon er í dag. Kreppan, ið er íkomin er sjálvandi fyrst og fremst ein fyrisitingarlig og býarplanleggingarlig kreppa, men hon er meiri enn tað. Hetta er í grundini ein samleikakreppa, tvs. ein mentanarligur dystur um hvønn veg Tvøroyri fer at ganga framyvir – hvat menningarspor skal traðkast. Kjakbylgjurnar bresta móti hvørjum øðrum, og íðnaðar-diskursurin tykist standa nógv sterkari. Syndarliga úrslitið av hesum verður sostatt møguliga, at Tvøroyri verður uppaftur fastlæstari í sínum íðnaðarsamleika enn hann longu er. Og hetta er váðamikið, tí tað upp á longri sikt kann vera við til at marginalisera býin, um hann ikki megnar at fjølbroyta seg.
Demografiska avbjóðingin
Ein serligur trupulleiki hesum viðvíkjandi er kynstrupulleikin. Vantandi kvinnur og ung er ein trupulleiki fyri Tvøroyri og fyri Suðuroynna sum heild. Verður hugt eftir fólkapyramidunum fyri Tvøroyrar kommunu og Føroyar sum heild, so sæst, at somu rák gera seg galdandi – færri kvinnur og færri ung – bara nógv ógvusligari á Tvøroyri. Við at Tvøroyri byggir víðari á eitt íðnaðarspor, kunnu vit siga, at tey bleytu virðini mugu víkja fyri teimjum hørðu virðunum. Vit kunnu eisini siga, at vit harvið gera meiri fyri trivnaðin hjá monnum enn hjá kvinnum. Ein minni eintýðug konfliktlinja er, at vit gera meiri fyri tilkomin enn fyri ung.
- Bleyt virði ? hørð virði
- Kvinnur ? menn
- Ung ? gomul
Tað er avgerandi, at Tvøroyrar kommuna megnar at fevna um eitt fjølbroytni av socialum bólkum og harvið áhugamálum, soleiðis at ávísir bólkar og ávís áhugamál ikki sleppa at dominera so nógv, at onnur verða marginaliserað.
Konfliklinjurnar – samanumtøka
Tær konfliktlinjurnar eg havi víst á í hesi kronikk eru eitt úrval av teimum konfliktlinjum, ið gera seg galdandi í einum hvørjum stórsamfelagi ella lokalsamfelagi – í størri ella minni mun, sjálvandi. Eg havi einans valt nakrar konfliktlinjur burtur úr, ið tykjast mær serliga eyðsýndar í hesar sera áhugaverdu kreppuni, ið útspælir seg á Tvøroyri í hesum tíðum. Í einari kronikk kemur man sjálvandi ikki til botns í viðgerðini, men vónandi kann hetta opna eygu upp fyri hvørji virði eru upp á spæl í Tvøroyrar kommunu og harvið hvørji evni potentielt kunnu koma til at spæla ein leiklut í kommunala politikkinum framyvir. So verður áhugavert at fylgja hvørjar konfliktlinjur kunnu bloytast upp, hvørjar framhaldandi fara at koma til skarpskeringar og hvørjar kanska verða heilt hildnar uttanfyri. T.d. kann man ímynda sær at vegna relativu fráveruna av ungum fólki á Tvøroyri kann konfliktlinjan “ung ? gomul” verða hildin niðri, og tað kann síðani viðføra, at demografiska samansetingin skeiklast uppaftur meiri.
Livst so spyrst.










