Starvssetan
Ógegni og manglandi notat frá fundum hjá ysmum nevndum í Tvøroyrar Býráð hevur fingið Løgtingsins Umboðsmann at geva kommununi eina álvarsliga átalu.
Málið snýr seg í stuttum um, at ein umsøkjari til starvið sum brunaumsjónarmaður hjá Tvøroyrar kommunu kærdi kommununa til Løgtingsins Umboðsmann fyri skeivar mannagongdir, ógegni og vantandi innlit í málið.
Og Løgtingsins Umboðsmaður gevur kæraranum rætt í fleiri førum.
»Eg fari samanumtikið at geva Tvøroyrar kommunu eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av hesum setanarmálinum. Eg havi umhugsað, at biðið Tvøroyrar kommunu um at taka málið uppaftur til nýggja viðgerð, men av tí at eg ikki kann siga, hvør av umsøkjarunum var best skikaður til starvið, at ein brunaumsjónarmaður er settur í starv, og at so long tíð nú er fráliðin, havi eg valt ikki at gera tað í hesum førinum«, sigur Løgtingsins Umboðsmaður í niðurstøðu síni.
Umboðsmaðurin sigur eisini, at talan hevur verið um ógegni í umsitingini, bæði tá talan er um formanin í teknisku nevnd og um undanfarna brunaumsjónarmann, sum var við til at mæla til eftirmann sín, sum samstundis var sonur hansara.
Formaðurin í teknisku nevnd hevur felag, sum javnan veitir sløkkiliðnum hjá klommununi tænastur, og verður tí av umboðsmanninum mettur sum ógegnigur. Formaðurin er Pauli Einarsson.
Eisini hevur kommunan forsømt at tikið notatir í sambandi við onkrar fundir, eins og setanarsamrøða hevur verið hildin heima hjá formanninum í teknisku nevnd, eisini uttan at notat er tikið.
Haraftrat eru heilir tíggju mánaðir gingnir frá tí at umsøkjarin sendi inn umsókn sína, til hann fekk boð um, at annar var settur í starvið. Og langa tíðin verður eisini átalað av Løgtingsins Umboðsmanni.
Kærufreistin var í veruleikanum útgingin, tá umsøkjarin kærdi til Løgtingsins Umboðsmann, men hesin gjørdi kortini av at taka málið upp av sínum eintingum. Tað var serliga málið um eina aðra starvssetan hjá Tvøroyrar Kommunu, nevniliga leiðaran av frítíðarskúlanum, har álvarslig brek vóru við viðgerðini, sum gjørdi, at Umboðsmaðurin kortini tók hetta málið upp.
Tá ið Løgtingsins Umboðsmaður enn einaferð gevur Tvøroyrar kommunu nøs fyri eina starvssetan, er tað mangt, sum bendir á, at grundleggjandi feilir eru í mannagongdum hjá kommununi.