Í gjárkvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð, fyri triðju ferð, at mæla til, at sernám fær høli á Tvøroyri.
Sernám er tann stovnurin undir Mentamálaráðnum, sum arbeiðir við børnum við serligum tørvi. Stovnurin hevur annars verið í Vági í fleiri ár, men í apríl í fjør varð leigusáttmálin uppsagdur, og síðani hevur stovnurin verið heimleysur.
Leiðslan á Sernámi hevur biðið kommunurnar í Suðuroy vísa á eini nýggj høli, men tey hava lagt dent á, at kommunurnar skulu vera samdar um, hvar tað skal vera.
Les eisini: Almennur stovnur í Suðuroy í leysum lofti
Men tað hevur ikki eydnast, tí tær fimm kommunurnar, Sumba, Vágur, Porkeri, Hov og Hvalba, hava mælt til, at Sernám heldur fram í Vági, har kommunan hevur høli tøk til endamálið.
Hinvegin vilja Tvøroyrar Kommuna og Famjins Kommuna hava Sernám á Tvøroyri, har tey siga, at tað fakliga umhvørvið við barnavernd, fysioterapi, ergoterapi, er, og har skúlatilboðið til børn við serligum tørvi skal vera.
Tað halda tey í Sernámi kann vera skilagott, men tey leggja dent á, at tað, er ikki avgerðandi. Tað sum er mest avgerandi, er, at kommunurnar semjast um málið, og tey siga, at eitt tilmæli, kommunurnar semjast um, verður góðtikið.
Sernám sigur, at tað er eitt kommunalt mál at útvega høli til Sernám og at tey fara ikki at leggja seg út í eina ósemju ímillum kommunurnar. So finna tær ikki eina semju, fær sernám ongi høli, og tískil verða allir journalir, og øll skjøl annars, flutt aftur til Havnar.
Sernám hevur eisini lagt dent á, at tað hevur skund at finna eina loysn, og tey hava áður boðað frá, at verður ongin loysn funnin fyri 1. februar, verða skjølini slutt til Havnar. Men tey hava kortini bíðað eftir einum endaligum svari, og tað fáa tey so nú.
Útreiðslurnar, kommunurnar hava av hesum, eru tilsamans einar 100.000 krónur um árið í leigu.
Undanfarna býráð samtykti at mæla til at Sernám verður á Tvøroyri, so at tað liggur upp at øðrum tænastum á økinum, og tað var eisini eitt tað fyrsta, nývalda býráðið samtykti.
Men í gjárkvøldið viðgjørdi býráðið málið enn einaferð, og úrslitið var, at býráðið stendur við sítt, tí tað varð einmælt samtykt, at halda fast um tilmæli um, at Sernám verður á Tvøroyri.
Kortini viðmerkja tey eisini, at tey vilja ikki, at Sernám fer av aftur oynni.
Og tey í býráðnum halda eisini, at leiðslan í Sernámi, ella Mentamálaráðið, sum Sernám er ein partur av, sníkja sær undan ábyrgd. Ístaðin fyri at skera ígjøgnum, seta tey kommunurnar í Suðuroy upp ímóti hvørjum øðrum, halda tey í Tvøroyrar býráði, men tað hava vit meiri um, um eina løtu.