Tvørabáturin setti glæsiligt punktum

Við sannførandi endaspurti kveistraðu suðuroyingarnir allan iva burtur um, hvør eigur besta 6-mannafarið í 2009

Tað hevur verið eitt sindur upp og niður. Niðasti aldudalurin mundi kennast hjá teimum á Tvøroyri og suðuroyingum, tá ið tað í tættari kapping ikki eydnaðist at vinna í heimasjógvi á Jóansøku.

Tað kundi kanska hugsast, at hetta var mønustingurin hjá Tvørabátinum, sum hevði lagt so bragdliga fyri í hesum kappingarárinum, men sum undanfarnu árini so ofta hevur verið nær við, og sum so sjáldan hevði vunnið.

Men suðuroyingarnir reistu seg, tá ið mangur mundi hugsað, at nú stóð einki til, og at nú fór søgan frá undanfarnu árum at endurtaka seg. Tvey hundrað metrar frá málinum stóð einki til í Fuglafirði, men tá vann Tvørábáturin við endaspurti, sum sjáldan er sæddur. Á Vestanstevnu var ongantíð nakar ivi, og tvær tær seinastu vikurnar hevur spurningurin verið, um tað hesa ferð skuldi eydnast suðuroyingum at vinna FM, ella um Riddarin úr Miðvági fór at endurtaka ólavsøkusigurin frá í fjør, tá ið tað var Sundabáturin, sum vann FM.

Riddarin sá leingi út til at hava tak á tí, og miðvingar tóktust harvið at stevna móti FM heitinum. Men suðuroyingarnir vildu tað øðrvísi. Tvørabáturin vísti fínt avrik framvið Molanum, og tá ið teir báðir fremstu fóru um málið, var fjarstøðan millum Tvørabátin og Riddaran tað mesta av einari hálvari bátslongd.

Harvið høvdu teir á Tvørabátinum rættuliga sett trumf á væl eydnað kappingarár. Genturnar á Firvaldi høvdu frammanundan lagt lunnar undir gott kappróðrarlag í Suðuroy, og lagið fekk eina tonn rætta vegin, tá ið tað eydnaðist teimum á Tvørabátinum at tryggja sær fyrsta FM heitið nakrantíð!

Tey bæði undanfarnu árini hevur Sundabáturin vunnið FM. Í ár hevur Sundabáturin ongan lut átt í kappingini um FM, sum bara hevur staðið millum Riddaran og Tvørabátin. Men talan hevur verið um framgongd hjá sundamonnum. Á Norðoyastevnu var Sundabáturin nummar 8. Á Fjarðastevnu var hann nummar fýra og í fimm teimum seinastu róðrunum var Sundabáturin nummar trý. Tað bar bronsuplássið í FM kappingini við sær.