Tað verður uttan Hall Hansson, at AC Horsens í morgin fer á vitjan í Parkini. Føroyski landsliðsmiðvallarin fekk eina stempling í høvdið mikukvøldið, tá AC Horsens spældi móti FC Nordsjælland.
Les eisini: Hallur Hansson stemplaður
- Eg spæli tíverri ikki í morgin. Eg havi ov nógva pínu enn, og so er vandi fyri at tað blívur verri. Vónandi verið eg klárur til heimadystin móti FCK, sum verður um eina viku, sigur Hallur Hansson við In.fo.
Føroyski landsliðsspælarin mátti skiftast út í dystinum móti FC Nordsjælland. Hann bæði bløddi illa og vandi var fyri heilaskjálvta.
- Eg bløddi illa og hevði eitt sindur av pínu í nakkanum, men eg fekk ikki heilaskjálvta – bara tvær pentir, sigur miðvallarin brosandi.
Hann leggur afturat, at læknarnir hava sagt honum, at tað kundi lættliga verið verri. Vónin er, at pínan hevur lagt seg í komandi viku.