Tvær milliardir fyri Neymar

PSG er sinnað at gjalda næstan tvær milliardir krónur fyri Neymar

Í eina viku hava søgur verið frammi um, at Paris Saint-Germain ætlar at spreingja øll met í fótbóltsheiminum við at keypa Neymar frá Barcelona. Katalanska felagið vil ikki selja og tí má franska felagið gjalda hægsta prís, sum er beint undir tvær milliardir krónur. Áleið tvífalt so nógv sum Manchester United keypti Paul Pogba fyri í fjør.

 

Tað er eitt sindur ilt at finna útav, um hald er í søguni. Brasilski bóltsnillingurin skoraði tvær ferðir í gjár, tá Barcelona vann fyrsta venjingardystin í hesum kappingarárinum, sum var móti Juventus. Allir spælarar í Spania hava eina kravda átekning í sáttmálanum, sum er ein fríkeypsklausul, sum felagið skal góðtaka.

 

Prísurin fyri Neymar er púra hol í høvdið, tá hugsað verður um UEFA Financial Fair Play reglugerðina, ið sigur at eitt felag kann ikki hava størri undirskot enn eitt vist. Men tá felagið verður stuðlað av fyritøku, sum eigarin av felganum eigur, so er laga mannin at gjalda so nógv, at felagið ikki fær undirskot.

 

Tí er ikki óhugsandi, at PSG hevur í sinni at keypa Neymar leysan, men tað ljóðar sum aldarnar handil, um tað verður veruleiki. Sagt verður, at Neymar er troyttur av at standa í skugganum av Lionel Messi og partvís Luis Suarez, og at brasilski landsliðsliðskiparin vil vinna Ballon d’Or.

 

Onnur vísa á, at franska landskappingin er á lægri stigi bæði ítróttarliga og í áhuga, og at hetta - eins og í fjør - er ein roynd, at fáa ein betri sáttmála. Neymar skrivaði í fjør undir nýggjan sáttmála við Barcelona, sum er galdandi til 2021.

 

Somuleiðis ljóðar, at PSG vil hava Alexis Sanchez frá Arsenal, meðan Barcelona hevur Liverpool spælaran, Phillip Coutinho á ynskilistanum sum avloysara fyri Neymar, um hann fer avstað.