Tvær megnar kvinnur leggja frá sær

Fríggjadagin 29 okt. er seinasti arbeiðsdagur hjá Hervør Mohr og Jórun Ellefsen á Sernámsdeplinum. Tær hava nú í ein mansaldur arbeitt innan tað sernámsfrøðiliga virksemið.

Báðar hava tær útbúgving sum barnagarðslærarar frá Nordisk Montessori Kursus for børnehavelærere í Keypmannahavn í 1962, og í 1985 tóku tær útbúgving sum serlærarar.

Í 1966 byrjaði Hervør á Færøernes Specialskole, sum tá helt til á V.B.V. sum seinri fekk heitið Skúlin á Trøðni. Jórun byrjaði á Skúlanum í 1976.

Tær hava hesi mongu ár havt nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur, sum tær hava gingið uppí við lív og sál. Hjálpsamar og fyrikomandi hava tær lætt manga byrðu, og hjálpt og stuðlað teimum, ið eru komin higar.

Vit eru nógv, sum hava havt gleði av teirra dugnaskapi og vitan, sum vit hervið takka teimum hjartaliga fyri.

Kollegar og systkinabørn, ólíkar tó,
men málið var sernámið, sum tykkum dró,
úr skúlanum melda út báðar í senn
við eftirløn sum danskir tænastumenn.
Nú tit rigga av, barnagarðurin skal
við starvsfólkum ynskja, at alt gongur væl,
nú tit skulu fáast við heilt onnur ting,
og dagliga toppstykkið halda í sving.
Vit vóna, tit báðar tó vitja við hvørt
í skúlanum, hóast tit upp hava gjørt,
--o--
Eitt prát er so hugaligt, gloymið ei tað