IA og Siumut, sum hava átt tey bæði grønlendsku fólkatingsumboðini hetta valskeiðið, fáa sambært meiningakanningini hjá Sermitsiaq.AG aftur bæði umboðini í komandi valskeiði. Men nøvnini eru nýggj. Juliane Henningsen úr IA og Lars Emil Johansen úr Siumut stilla ikki upp hesaferð, og í teirra stað koma Sara Olsvig (myndin) og Doris Jakobsen.
Eftir kanningini í Grønlandi fáa teir báðir vinstraflokkarnir 71,5 prosent av atkvøðunum í morgin, IA 38,1 og Siumut 33,4, og hjá báðum flokkum er talan um framgongd samanborið við valið í 2007.
Hinir báðir flokkarnir, Demokratarnir og Atassut, fáa harafturímóti minni undirtøku hesaferð enn fyri fýra árum síðani.











