Tvær koyribreytir á 500 metra vegi

Landsverk hevur júst sett arbeiðið við at breiðka ein part av vegnum til Selatraðar í gongd. Talan er um ein smalan tein beint norðan fyri Kolbeinagjógv, sum er umleið 500 metrar til longdar. Hesin parturin verður nú breiðkaður, soleiðis at hann fær tvær koyribreytir.

- Umframt at breiðka vegin, er eisini neyðugt at bøta um nakrar brúgvar á teininum. Í staðin fyri verandi brúgvar, sum eru úr betong, verða áirnar lagdar í rør undir vegnum, sigur Landsverk, sum leggur aftrat, at tvær miljónir krónur eru settar av til hetta arbeiði í ár.