Tvær konsertir við Aurora Borealis

Aurora Borealis hevur tvær konsertir í morgin sunnudagin klokkan 16 í Sjóvar kirkju á Strondum og klokkan 18 í Oyndarfjarðar kirkju.

– Á skránni verða føroysk sálmaløg og sangir, norðurlendskur kórtónleikur og okkurt nýtt er eisini á skránni. Hetta er eitt gott høvi hjá fólki at fara sær ein sunnudagstúr og fáa eitt sindur av kórtónleiki og sjálvi vera við í góðum felagssangi, siga fyrireikararnir. Konsertin verður okkurt um 45 minuttir long.

Eftir langan steðg er kórið nú í gongd aftur, virksemið varð tikið uppaftur í heyst.

Leiðari hjá Aurora Borealis er Ólavur Jøkladal.

Meiri fæst at vita á: Facebook