Tvær konsertir í Havn í dag

Norðljómur hevur saman við tónleikanæmingum úr Brøndby tvær konsertir í Havn í dag Fyrra konsertin verður kl. 16.00 í SMS og seinna konsertin kl. 17.00 í Tinghúsgarðinum. Næmingarnir høvdu eisini eina konsert seinnapartin í gjár, tá tey lótu tónarnar fylla skálan í Norðskála-Oyrar Skúla. Konsertirnar vara ein lítlan tíma, og alt frá Harry Potter-løgum til Beatles og svenskar fólkasangir verður spælt.

 

Norðljómur og tónleikafelagið úr Brøndby hava samstarvað seinnu árini. Fyri tveimum árum síðani vitjaði Norðljómur í Danmark, og nú hava danir so lagt leiðina henda vegin. Teir komu leygardagin og fara avstað aftur hósdagin.