Tv-læknin er sjálvur sjúklingur

Hann er kendur sum læknan Mark Sloan í sjónvarpsrøðini ?Greys hvide verden?, men í frítíðini er Eric Dane sjálvur sjúklingur. 35-ára gamli sjónleikarin varð bangin, tá ið hann í seinasta mánaða varnaðist, at húð hansara sá løgin út. Tá ið hann fór til lækna, fann hann út av, at hann hevði fingið húðkrabba av sólskaðum.

Krabbameinið er nú fryst burtur við flótandi nitrogeni, men tað var ikki ein stuttligt uppliving. ? Eg havi sera følsama húð og vørr mín hevur fingið skaða undir viðgerðini. Eg fekk tí ikki etið ordiligt í nakrar vikur, sigur sjónleikarin frá.